Útbjóðing av Røktarheiminum í Klaksvík


09/00315 Bygging av ellis- og røktarheimi í miðbýnum – víðari gongd í málinum, val av bygginevnd, byggibúning o.a.

Vísandi til fyrra skrivið til nevndirnar, dagf. 11. jan. 2010, verður upp­lýst, at býráðið og borgarstjórin sambært galdandi reglugerðum: “Mannagongd fyri kommunalar verkætlanir” og “Reglugerðir fyri bygginevndir” hava valt kommunalu umboðini í nevndina, sum skal fyrireika byggingina av røktarheiminum. Umboðini í nevndini eru hesi:

  • Elsebeth G. Hansen, forkvinna í Sosialu Nevnd, umboðandi meirilutan,
  • Jákup N. Mikkelsen, býráðslimur, umboðandi minnilutan,
  • Jancy B. Klein, sosialdeildarleiðari, umboðandi Trivnaðar-fyrisitingina,
  • Henry Mellemgaard, roknskaparleiðari, umboðandi Miðfyri-sitingina,
  • Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur, umboðandi Teknisku Umsiting, og
  • Elsba Lützen, økisleiðari hjá Nærverki í Norðoyggjum, umboðandi AMR. Hetta sambært fráboðan frá AMR












Borgarstjórin hevur somuleiðis tikið ta avgerð, at Jancy B. Klein verður forkvinna í nevndini. Sí skriv og frágreiðing frá umsitingini, dagf. 11.01.2010. Mælt verður til, at umsitingin, bygginevndin og byggiharrin fáa heimild til at arbeiða víðari við málinum og herundir eisini at framskunda eitt møguligt útfyll­ingararbeiði við gróttøku úr miðbýnum, vísandi til viðløgdu skitsu. Mælt verður eisini til, at nevndir og býráð siga sína hugsan viðvíkjandi spurninginum, um møgulig lokal atlit skulu takast.

Tekniska Nevnd tekur undir við tilmæli frá umsitingini, dagf. 11.01.10, og mælir, at lokal atlit verða tikin fyri borgarans besta.

Sosiala Nevnd tekur undir við tilmælinum frá umsitingini, dagf. 11.01.10.

Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd 09.02.10 og Sosialu nevnd 10.02.10.

Býráðsins samtykt:Broytingaruppskot frá ASJ, um at taka undir við tilmælinum, og at bjóða arbeiðini út lokalt í kommununi, fall við 3 atkv. fyri (ASJ, EGH og J. Skoradal) og 7 atkv ímóti.

Broytingaruppskot frá SOJ, um at taka undir við tilmælinum, og at lokal atlit verða tikin í sambandi við útbjóðingina, varð samtykt við 8 atkvøðum fyri 2 atkvøðum ímóti (ASJ og J. Skoradal.

kelda: www.klaksvik.fo






Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75