Skúlin á Ziskatrøð og Tónlistaskúlin


Valevni kunna lova gull og grønar skógir, men raðfestingar mugu til.
 
Alt kann ikki gerast samstundis, tí tað røkkur fíggjarætlanin ikki til.
Tað er so lætt at lova, nú val er í hondum, men vit mugu raðfesta.
 
Skúlin á Ziskatrøð
 
Vit hava bygt nýggjan Ósáskúla, sum bleiv liðugur í 2011, so nú eigur Skúlin á Ziskatrøð skúlin tørn !
 
Tað verður ikki pláss fyri tí stóru íløgujáttanini í 2013, tí vit eru bundin av tveimum stórum íløgum, her fer nýggja røktarheimi og spillivatnsarbeiðið við áleið 27 milliónum. Men vit eiga at seta pening av til fyrireikingararbeiði í 2013 og seta skjøtil á sjálva byggingina í 2014. So vit kunna hava skúlan lidnan í 2016.
 
Neyðugt verður at fáa ein skúla, har allir hentleikar eru, frá fyrsta degi, so sum serstovur, matarhøli, og alt tað sum eigur at vera í einum nútímans skúla.
Neyðugt verður at fáa tey, sum starvast í skúlanum, at verða við í hesum arbeiði, so vit fáa tann besta skúlan í landinum.
 
Tónlistaskúlin
 
Tað er ongin ivi um, at Klaksvík ígjøgnum árini, hevur fostrað nakrar av føroya bestu tónleikarum.
 
Vit mugu, sum kommuna, skapa karmarnar til øll tey sum hava evnir til tónleik. Eins og vit gera karmar til vinnuna, ítróttin og annað.
 
Verandi hølisumstøður eru ikki nøktandi - langt frá tí. Neyðugt verður tí eisini at raðfesta tónlistaskúlan. Tí eiga vit at fáa tónlistaskúlan við í verk ætlanina at byggja nýggjan skúla á Ziskatrøð. Týdningarmikið er tó at tað er hvør sín eind.
Atli S Justinussen
Býraðslimur
Valevni á lista A







Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75