Klaksvíkar Kommuna skal vera ein grøn kommuna

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðstaður føroyinga. Her eru nógv skip og ein orkukrevjandi vinna, har mangur føroyingur, beinleiðis ella umvegis avleitt virksemi, fær sína inntøku. Fyri at verja um náttúruna, ið vit øll skulu liva av, eiga vit at seta øll segl fyri, tá ið tað snýr seg um varandi orku, og her skal Klaksvíkar kommuna ganga á odda.
Fyri at fáa meira vindorku inn á netið, og harvið bíligari og reinari orku til privat og vinnulív, mugu vit finna eina loysn á at temja óstøðugu vindorkuna, soleiðis at orkan kann verða brúkt tá hon er tøk, og annars goymd til brúk er fyri henni. 
Loysnin er at brúka flukterandi vindorkuna til elektrolysu til framleiðslu av brint, har einasta spillproduktið er oxygen, ið alivinnan hevur stóran tørv á í smoltframleiðsluni, og har brintin í fyrstu atløgu skal brúkast sum brennievni til brintbilar. Ein win-win støða fyri okkum øll, ið her búleikast.
Man tosar altíð um hønuna ella eggið, tað ið tosað verður um grøna tillaging innan flutningsøkið. Hvat skal koma fyrst - bilarnir ella infrastruktururin? Klaksvíkar kommuna vil taka ábyrgd og ganga undan - eisini á hesum økinum, og tí fari eg at arbeiða fyri, at áfyllingarstøð til brintbilur verður sett upp í Klaksvík. 
At fylla brennievni á ein brintbil er ikki øðrvísi enn at fylla brennevni á ein diesel- ella bensinbil. Áfyllingin tekur tríggjar (3!) minuttir.
• Ein brintbilur kann koyra upp til 600 km upp á eina áfylling (fullan tanga).
• Allir brintbilar hava somu áfyllingarskipan, óansæð hvat bilmerki, tað snýr seg um.
• Í einum brintbili verður brintin umgjørd til streym í einari brennikyknu, sum útnyttar orkuna tvífalt so gott sum motorurin í einum "vanligum" bili. Einasta útlátið frá einum brintbili er vatn.
• Brint verður framleitt við elektrolysu og yvirskotsorku fra vindmyllunum hjá SEV
Hetta er framtíðin. Tí fari eg at leggja uppskot fyri Klaksvíkar Kommunu, so at vit vera ein undangongu kommuna, eisini á hesum økinum.
Atli S. Justinussen
Býraðslimur
Valevni á lista A tann 8. nov 2016






Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75