Havi ídag, sent hetta uppskot inn til Kommununa. !!!

Klaksvíkar Kommuna
Nólsoyar Pálls Gøta 2
700 Klaksvík

Klaksvík 28/08/12

Betri umstøður til Koyristólar/barnavogvar o.a.l. !

Fari við hesum skrivið, at leggja uppskot fram, um at Kommunan fer undir at gera betri umstøður til fólk í rullustóli, barnavognar o.a.l. beinanvegin.

Sum støðan er í løtuni, ber ikki til í nógvum støðum, hjá hesum at sleppa av gonguteigum, tvørturum veg, til eitt nú fótgangarateig.

Eg mæli til at Kommunan ger ein lista yvir hvar tað er neyðugt, at gera hetta, og seta arbeiði ígongd beinanvegin.

Vinarliga seti hetta á skrá til komandi fundar umfar. !

Vinarliga

Atli Steinbjørn Justinussen
Býraðslimur






Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75