Atlantis inn í talgilda heimin

mynd: klaksvik.fo

Atlantis inn í talgilda heimin

framtíðini fær Atlantis ikki sendandi stórar spolar við filmunum, men heldur ein lítlan harðdisk, sum verður settur í tólið við filminum í. 
Nýggja tólið veitir eisini betri ljóð- og myndagóðsku. 

Eisini ber til at visa filmar í 3D-sniði. Tú fært brillur settar uppá, og so tykist alt sum ein nýggjur heimur, ið tú ert partur av, tá ið filmurin verður vístur.



Formaður í Stýrinum fyri Atlantis er Jógvan Skorheim, og hann fegnast stórliga um, at Atlantis við hesi nýggju tøkinin ger eitt stórt lop inn í nýggja talgilda filmsheimin, sum eisini ber við sær hópin av øðrum møguleikum, ungdóminum og øllum øðrum films- ljóð- og myndaáhugaðum at frama.

Tað er eisini onnur tøkni knýtt at hesum nýggja filmstólinum, so til ber at síggja og hoyra eina konsert í Klaksvík í Atlantis, samstundis sum hon verður framførd úti í heimi.

 Væntandi ber eisini til at síggja t. d. fótbóltsdystir í Atlantis, meðan teir verða leiktir úti í heimi – eisini í 3D-sniði.



Gongur sum ætlað, so verður ein filmspremiera 2. desember við hesum nýggja filmstólinum. Hetta er tó treytað av, at møguligt verkfall ikki kemur í vegin.



- Jú, vit gleða okkum til eitt spennandi og annarleiðis filmskvøld í Atlantis – og annars at kunna gagnnýta teir mongu møguleikar, nýggja tólið veitir, sigur ein fegin Jógvan Skorheim formaðurin í stýrinum fyri Atlantis.

portal.fo

Leggjast kann aftrat, hvussu stýrið fyri Atlantis sær út í løtuni.:

Jógvan Skorheim

Jákup F. N. Mikkelsen

Atli Steinbjørn Justinussen







Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75