- Eg havi einki mist



GOTT LÍV
- Eg misti hondina, tá eg var eitt ára gamal í hesum
Ballerup-miksaranum. Men eg havi kortini rokkið teimum málum sum ein
maður kann: Eg havi konu, børn, hús og heim, og havi eitt gott lív,
sigur Atli S. Justinussen í Árnafirði

Árnafjørður: - Hóast mítt likamliga brek, hevur ongin nakrantíð happað
meg, sigur 38 ára gamli árnfirðingurin, Atli S. Justinussen.

Fyri 37 árum síðani misti hann høgru hond sína. Nú sigur hann
á fyrsta sinni frá, hvussu hetta hevur merkt hansara lív. - Eg havi í
øllum førum havt eitt gott lív. Eg skal so ikki klaga, - tí velur tú at
síggja lívið við positivum brillum, so fært tú eisini ein góðan og
positivan gerandisdag, sigur hann.

Árnafjørður, hósdagur 25. oktober 1973:
Ein vanligur dagur í barnaheiminum hjá Atla. Flettingin stóð fyri, og nú
skuldi kjøtið fáast til høldar, sumt í hjallin og sumt gjøgnum
kjøtmiksaran. Øll eru við í arbeiðinum.

Í køkinum í bóndahúsinum surrar ljóðið frá Ballerup-miksaranum. Ljóðið
vakti uttan iva forvitnið hjá Atla, sum henda dagin vantaði bert fimm
dagar í at gerast 2 ár.

Tá hendi tað sum ikki skuldi henda: Tann lítli Atli stakk høgru hond
sína niður í miksaran. Og har stóð hon so hondin - so rimmar rimmar
føst.

- Eg minnist ikki hendingina, men mær er fortalt, at øll gjørdust sera
kløkk og illa við av hesum. Tað var ikki sørt av panikki í køkinum hesa
løtuna, greiðir Atli álvarsamur frá.

Her var einki at bíða við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli við skundi
koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík - framvegis við hondini rimmar fastari
í miksaranum.

Útgerðin á sjúkrahúsinum var ikki tann sama tá sum í dag, og ta einu
løtuna stóðu starvsfólkini eitt sindur ráðaleys. Hvørji ráð vóru til at
taka eina slíka ógvusliga løtu? Tey gjørdu ikki mætari, enn at senda boð
eftir einum blikksmiði í Klaksvík at fáa hansara meining um álvarsama
trupulleikan.

- Hetta var sum vera man ein sera trupul støða. Og eg havi hoyrt, at
hann ikki var serliga glaður fyri uppgávuna. Hesin smiðurin segði, at
hetta var tað ringasta sum hann nakrantíð hevði verið úti fyri, í
lívinum.

- Ja, hugsa tær til, at ein blikksmiður - ja, ein BLIKKSMIÐUR - skuldi
fáa eina slíka uppgávu. Men har var veruliga einki at gera. Tey máttu
bara kubba hondina av, sigur Atli, sum einki minnist til hendingina ella
tíðina beint aftaná.

Hann varð beinanvegin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í eitt hálvt ár, og tá hann kom heimaftur, tosaði hann danskt.
- Enn tann dag í dag, tá eg t.d. skal skriva orðið “hvat”, so kemur tað
ofta fyri at eg skrivi “hvad” ístaðin, sigur hann við einum brosi.



Klaksvík, hósdagur 27. mai 2010:
Atli er júst komin til arbeiðis. Hann hevur sagt farvæl við sonin sum er
farin í skúlan við Ósánna; við konuna sum er farin til arbeiðis í
Barnahúsinum Margit, og hann hevur júst koyrt báðar genturnar í
barnagarð í Mylnuhúsinum.

Nakað frammanundan er hann farin frá teirra nýggja heimi í Árnafirði.
Hann koyrir við egnum bili framvið havnalagnum í heimbygdini, har partur
av virksemi hansara stendur: Væl útgjørda neystið hjá Árnafjarðar
Kappróðrarfelag og hølir og bingjur, har fyritøka hansara húsast.

Longur frammi í bygdini koyrir hann framvið barnaheimi sínum, og áðrenn
hann fer úr bygdini, koyrir hann framvið økinum, har eitt annað av
hjartamálum hansara skal standa: Bygdarhúsið hjá bygdarfelagnum Báran,
hvørs lagna enn liggur hjá Búnarstovuni, eftir at ætlanin varð steðgað
av Landsverki, tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar, skuldi koma út á
grundøkið, har byggjast skuldi á.

Kósin verður síðani sett ímóti einum lítlum húsum í Klaksvík, sum áður
vóru nýtt sum bilstøð, men her Atli hevur arbeiðsstað sín. Umgirdur av
larmi frá maskinum, sum gera klárt til nýggja bygningin hjá
Keypssamtøkuni, rekur hann í dag virksemið sítt: Í fyrstu syftu útleiga
av bilum. Í øðrum lagi søla av røstum fiski, ið hann turkar sjálvur á
góðkendum staði í heimbygd síni.

Hann situr nú frammanvert telduna og tosar í telefon. Onkur hevur ein
spurning at seta honum í samband við arbeiðið hansara sum býráðslimur og
formaður í havnanevndini í Klaksvík. Á borðinum liggja ymisk brøv, ið
skulu lesast og avgreiðast í dag.

Arbeiðsdagurin hjá einum virknum manni er í øllum førum komin gott í
gongd. At Atli ber eitt likamligt brek, skal ein næstan vita fyri at
síggja.

- Eg eri komin yvir tað, og eg merki so einki til nakað, - heldur ikki
nú ið tit bóðu meg stinga hondina niður aftur í miksaran, sum eg faktist
eigi enn. Eg eri í øllum førum komin víðari í lívi mínum, sigur Atli
avgjørdur.


Skjútti við einari hond
Hóast hetta álvarsama brek sítt, hevur Atli havt ein heilt vanligan uppvøkstur og barnaár í heimbygd síni.
- Vit, børnini spældu alt møguligt saman, bæði á sjógvi og á landi, og
við mær mitt í rokanum. Eg minnist so einki til, at nakar hevur happað
meg, tí at eg hevði bara eina hond.

- Tað hjálpti eisini væl til - og tað vil eg eisini takkað hjartaliga
foreldrum mínum fyri - at tey, og onnur í nánd av mær, altíð lótu meg
sleppa til tað ymiska, sum javnaldrar mínir tókust við, vísir Atli á.

Í hansara umhvørvi var nógvur seyður, og her slapp hann somuleiðis at
royna seg við flettingini, heilt síðani hann var eini 8-9 ára gamal.
Støddin á seyðunum hava eisini verið heilt upp ímóti teimum 80 pundunum.

Hóast eina hond, so liggur væl fyri hjá Atla at skjóta. Hann hevur
gingið nógv saman við pápa sínum og vinmonnum eftir harum, og tað hevur
hilnast væl at fingið góðan fong.

- Ta einu ferðina, tá eg var einsamallur eftir harum, fekk eg 15. Og tá
hevði eg eina byrsu við bert einum skoti við mær, sigur hann brosandi.

Inni á skrivstovuni hjá Atla stendur eitt stórt steyp, sum hann sjálvur
hevur fingið í varðveitslu til næstu skjótikapping. Í Árnafirði hevur
nevniliga verið skipað fyri skjótikapping við luftbyrsu á sandinum í
nógv ár, og her hevur Atli - so ótrúligt tað enn kann ljóða - verið
millum tey fremstu, og hevur haraftrat vunnið fleiri kappingar.

- OK, so kann eg kanska reypa eitt sindur aftrat: Sum smádreingir gingu
vit ofta niðri á sandinum og fjøruni, og lógu framvið eftir skarvum.

- Eg minnist serliga tann eina dagin, tá ein skarvur stóð á einum skeri,
og eg tók luftbyrsuna fram, sum bara hevði eitt skot í. Eg siktaði og
skjeyt, og skarvurin lá eftir á, tí eg rakti hann í høgra eyga, hóast
byrsan ikki hevði kikarasikti.

- Nei, tað er so púra vist, at eg havi so einki mist, sigur Atli.

Rósa skúlanum
Eins og javnaldrar hansara fór Atli í vanligan bygdarskúla í Árnafirði.
- Foreldur míni halda, at eg var høgrahandaður, men tað vita vit so einki fast um.
- Men eg havi so lært meg at skriva við vinstru hond. Tað er heldur eingin trupulleiki í dag.
Eftir loknan barnaskúla í Árnafirði fór hann í framhaldsdeildina í
skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Hetta gekk eisini upp á stás.

- Ja, eg má bara rósa skúlanum, tí tey dugdu ótrúliga væl at taka ímóti
einum drongi við breki. Eg veit sjálvandi ikki, um tey høvdu fyrireikað
næmingar og lærarar uppá hetta, men eg merkti so ongatíð til nakra
happing.

- Hinvegin havi eg sæð at nógv onnur børn vórðu happað. Og tað harmar
meg í øllum førum, at onnur vera viðfarin soleiðis, slær hann fast.


Frystari við einari hond
Aftaná at framhaldsdeildin var lokin, ætlaði Atli sær at taka
FHS-útbúgvingina hjá Handilsskúlanum. Hetta fyrsta árið slapp hann tó
ikki inn.

- Eg fekk tó at vita, at av tí at eg hevði eitt likamligt brek, kundi eg
farið gjøgnum aðrar kanalir fyri at sleppa inn. Men tað gjørdi eg ikki,
ella rættari sagt: Tað vildi eg ikki gera.

- Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama
rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan.
Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda møguleikan, sigur
Atli, sum ongan hug hevði at sita fyri einki.

Eftir at hava ansað eftir seyði tað næsta árið, fekk hann í august
mánaði 1989 arbeiðsboð úr flakavirkinum í Árnafirði. Teimum tørvaði ein
sonevndan frystara. Og her var hann tey næstu mongu árini í
frystarí’inum.

- Hetta var eitt gott arbeiðspláss - heimsins besta, kanska - við góðari
leiðslu og fantastiskum arbeiðsfólkum. Men eg metti tó ikki, at hetta
arbeiðið var tað sum eg skuldi takast við restina av lívinum, hóast eg
orkaði tað øgiliga væl, greiðir Atli frá.


Gynækolog
Arbeiðið í frystarí’inum var rættiliga strævið, tí meginparturin gekk
við handamegi. Hann noyddist tí at fáa ein serligan handska seymaðan til
høgru hondliðina, tí annars var vandi fyri at hon kundi fáa skaða av
kuldanum.

- Eg kom so til ta niðurstøðu, at um tað bleiv við uppá henda mátan, so
fór eg at slíta vinstra arm óneyðuga nógv. Eg mátti jú eisini hugsa um
framtíðina hjá mær, sigur hann.

Tíðin var búgvin til at fara heilt aðra leið, og í 1996 byrjaði Atli
fyri seg sjálvan við egnari fyritøku, sum fevndi vítt til bæði at fevna
um matstovu, sólmiðstøð, tónleikabúð, grillbarrir, bílútleigu, sølu av
fiski, automatir og mangt mangt annað.

Og í 2004 var hann fyrstu ferð valdur inn í Klaksvíkar kommunu.
Tað er helst so sum Atli brosandi tekur til:
- Eg havi roynt so nógv í mínum lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt.



Hugsa alternativt
Tá ein ber slíkt likamligt brek sum Atli S. Justinussen ger,
kundi tað í stóran mun verið merkt av avmarkingum og vánaligari
lívsgóðsku.

- Eg má tó siga, at eg havi ikki merkt nakað til tað. Eg havi ongatíð
verið happaður og havi ikki havt psykiskar niðurtúrar, bara tí at eg
havi mist ta einu hondina, slær Atli fast.

So løgið tað ljóðar, eru tað eisini ávísir fyrimunir við bert at hava ein vinstruhond at líta á: Man verður meiri alternativur.
- Eg haldi faktiskt, at fólk sum bera brek, tey hugsa meiri í dýpdini um
tað sum man kann gera við einari hond, í mun til tey sum hava báðar
hendurnar tøkar.

Eitt dømi um hetta var ein dagin herfyri, tá Atli skuldi seta
trampolinina hjá børnunum upp, saman við nøkrum vinmonnum. Teir rendu
seg brádliga í trupulleikan at spenna fjaðrarnar fastar, tí krókurin til
tað var burtur.

- Annar teirra helt tá fyri, at eg var handasterkur og vigaði so mikið
nógv, at eg saktans kundi toga fjaðrarnar uppá pláss. Eg fann so eina
tong, og segði við teir, at hetta er ein av fyrimununum at bera brek:
Vit duga at hugsa alternativt, og at man tí kann koma við haldgóðum
loysnum, segði Atli flennandi við teir.




Avbjóðing - ikki forðing
Tað er sjálvandi eisini vansar við bert at hava vinstru hond at líta á.
Men, sum Atli endurtekur ferð eftir ferð: - Í mínari verð finst orðið
“forðing” ikki. Hjá mær er alt avbjóðingar, og eg vil ikki síggja nakað
negativt í tí sum eg havi, bara positivt.

- Eg misti gott nokk mína høgru hond. Tað hendi bara, men heilt erliga,
hugsi eg ongantíð um, hvat hevði hent, um eg altso ikki misti hondina og
hevði tvær hendur í dag, sigur Atli, sum hevur meiri enn nokk at gera í
tí dagliga. - Tað er næstan so, at dagarnir strekkja ikki til.

Umframt býráðssessin situr hann í fýra nevndum í Klaksvíkar Kommunu, er
formaður í Havna & Vinnunevndini, formaður í Ferðslunevndini,
næstformaður í Sosialunevnd, í Mentanarnevndini, umframt í stýrinum fyri
Atlantis, formaður í bygdarfelagnum Báran í Árnafirði, formaður í
Árnafjarðar Róðrarfelag, og júst afturvaldur í Norðoya Frítíðar- og
Ítróttarráð, sum skipar fyri norðoyastevnuni.

- Lívið hevur lært meg, at tað nyttar einki at hugsa um tað farna, tí eg
má fyrihalda meg til tað, sum eg havi. Hetta er sum at koyra í
Árnafjarðartunlinum: Um tú bara hyggur í bakspeglið, so rennur tú í
veggin. Men hyggur tú frameftir, so nært tú á mál, sigur Atli.

Eitt annað, sum Atli hevur lagt merki til hjá fólki við breki er, at tey
hava stóra lívsgleði og lívsmót. Hann plagdi at siga við starvsfelagar
sínar á flakavirkinum, at tað er lætt at skera seg av eini rammu,
pakningi ella einum knívi.

- Men tá segði eg onkutíð við tey, at sárið hjá teimum, tað fór at
grógva aftur. Men høgra hondin hjá mær, hon kemur ongatíð aftur, sigur
Atli Justinussen.



Snorri Brend



Sosialurin.fo - Týsdagur 1. juni 2010 - kl. 18:05