- Eg havi einki mist



GOTT LÍV - Eg misti hondina, tá eg var eitt ára gamal í hesum Ballerup-miksaranum. Men eg havi kortini rokkið teimum málum sum ein maður kann: Eg havi konu, børn, hús og heim, og havi eitt gott lív, sigur Atli S. Justinussen í Árnafirði
Árnafjørður: - Hóast mítt likamliga brek, hevur ongin nakrantíð happað meg, sigur 38 ára gamli árnfirðingurin, Atli S. Justinussen.

Fyri 37 árum síðani misti hann høgru hond sína. Nú sigur hann á fyrsta sinni frá, hvussu hetta hevur merkt hansara lív. - Eg havi í øllum førum havt eitt gott lív. Eg skal so ikki klaga, - tí velur tú at síggja lívið við positivum brillum, so fært tú eisini ein góðan og positivan gerandisdag, sigur hann.

Árnafjørður, hósdagur 25. oktober 1973:
Ein vanligur dagur í barnaheiminum hjá Atla. Flettingin stóð fyri, og nú skuldi kjøtið fáast til høldar, sumt í hjallin og sumt gjøgnum kjøtmiksaran. Øll eru við í arbeiðinum.
Í køkinum í bóndahúsinum surrar ljóðið frá Ballerup-miksaranum. Ljóðið vakti uttan iva forvitnið hjá Atla, sum henda dagin vantaði bert fimm dagar í at gerast 2 ár.
Tá hendi tað sum ikki skuldi henda: Tann lítli Atli stakk høgru hond sína niður í miksaran. Og har stóð hon so hondin - so rimmar rimmar føst.
- Eg minnist ikki hendingina, men mær er fortalt, at øll gjørdust sera kløkk og illa við av hesum. Tað var ikki sørt av panikki í køkinum hesa løtuna, greiðir Atli álvarsamur frá.
Her var einki at bíða við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli við skundi koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík - framvegis við hondini rimmar fastari í miksaranum.
Útgerðin á sjúkrahúsinum var ikki tann sama tá sum í dag, og ta einu løtuna stóðu starvsfólkini eitt sindur ráðaleys. Hvørji ráð vóru til at taka eina slíka ógvusliga løtu? Tey gjørdu ikki mætari, enn at senda boð eftir einum blikksmiði í Klaksvík at fáa hansara meining um álvarsama trupulleikan.
- Hetta var sum vera man ein sera trupul støða. Og eg havi hoyrt, at hann ikki var serliga glaður fyri uppgávuna. Hesin smiðurin segði, at hetta var tað ringasta sum hann nakrantíð hevði verið úti fyri, í lívinum.
- Ja, hugsa tær til, at ein blikksmiður - ja, ein BLIKKSMIÐUR - skuldi fáa eina slíka uppgávu. Men har var veruliga einki at gera. Tey máttu bara kubba hondina av, sigur Atli, sum einki minnist til hendingina ella tíðina beint aftaná.
Hann varð beinanvegin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í eitt hálvt ár, og tá hann kom heimaftur, tosaði hann danskt.
- Enn tann dag í dag, tá eg t.d. skal skriva orðið “hvat”, so kemur tað ofta fyri at eg skrivi “hvad” ístaðin, sigur hann við einum brosi.


Klaksvík, hósdagur 27. mai 2010:
Atli er júst komin til arbeiðis. Hann hevur sagt farvæl við sonin sum er farin í skúlan við Ósánna; við konuna sum er farin til arbeiðis í Barnahúsinum Margit, og hann hevur júst koyrt báðar genturnar í barnagarð í Mylnuhúsinum.
Nakað frammanundan er hann farin frá teirra nýggja heimi í Árnafirði. Hann koyrir við egnum bili framvið havnalagnum í heimbygdini, har partur av virksemi hansara stendur: Væl útgjørda neystið hjá Árnafjarðar Kappróðrarfelag og hølir og bingjur, har fyritøka hansara húsast.
Longur frammi í bygdini koyrir hann framvið barnaheimi sínum, og áðrenn hann fer úr bygdini, koyrir hann framvið økinum, har eitt annað av hjartamálum hansara skal standa: Bygdarhúsið hjá bygdarfelagnum Báran, hvørs lagna enn liggur hjá Búnarstovuni, eftir at ætlanin varð steðgað av Landsverki, tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar, skuldi koma út á grundøkið, har byggjast skuldi á.
Kósin verður síðani sett ímóti einum lítlum húsum í Klaksvík, sum áður vóru nýtt sum bilstøð, men her Atli hevur arbeiðsstað sín. Umgirdur av larmi frá maskinum, sum gera klárt til nýggja bygningin hjá Keypssamtøkuni, rekur hann í dag virksemið sítt: Í fyrstu syftu útleiga av bilum. Í øðrum lagi søla av røstum fiski, ið hann turkar sjálvur á góðkendum staði í heimbygd síni.
Hann situr nú frammanvert telduna og tosar í telefon. Onkur hevur ein spurning at seta honum í samband við arbeiðið hansara sum býráðslimur og formaður í havnanevndini í Klaksvík. Á borðinum liggja ymisk brøv, ið skulu lesast og avgreiðast í dag.
Arbeiðsdagurin hjá einum virknum manni er í øllum førum komin gott í gongd. At Atli ber eitt likamligt brek, skal ein næstan vita fyri at síggja.
- Eg eri komin yvir tað, og eg merki so einki til nakað, - heldur ikki nú ið tit bóðu meg stinga hondina niður aftur í miksaran, sum eg faktist eigi enn. Eg eri í øllum førum komin víðari í lívi mínum, sigur Atli avgjørdur.

Skjútti við einari hond
Hóast hetta álvarsama brek sítt, hevur Atli havt ein heilt vanligan uppvøkstur og barnaár í heimbygd síni.
- Vit, børnini spældu alt møguligt saman, bæði á sjógvi og á landi, og við mær mitt í rokanum. Eg minnist so einki til, at nakar hevur happað meg, tí at eg hevði bara eina hond.
- Tað hjálpti eisini væl til - og tað vil eg eisini takkað hjartaliga foreldrum mínum fyri - at tey, og onnur í nánd av mær, altíð lótu meg sleppa til tað ymiska, sum javnaldrar mínir tókust við, vísir Atli á.
Í hansara umhvørvi var nógvur seyður, og her slapp hann somuleiðis at royna seg við flettingini, heilt síðani hann var eini 8-9 ára gamal. Støddin á seyðunum hava eisini verið heilt upp ímóti teimum 80 pundunum.
Hóast eina hond, so liggur væl fyri hjá Atla at skjóta. Hann hevur gingið nógv saman við pápa sínum og vinmonnum eftir harum, og tað hevur hilnast væl at fingið góðan fong.
- Ta einu ferðina, tá eg var einsamallur eftir harum, fekk eg 15. Og tá hevði eg eina byrsu við bert einum skoti við mær, sigur hann brosandi.
Inni á skrivstovuni hjá Atla stendur eitt stórt steyp, sum hann sjálvur hevur fingið í varðveitslu til næstu skjótikapping. Í Árnafirði hevur nevniliga verið skipað fyri skjótikapping við luftbyrsu á sandinum í nógv ár, og her hevur Atli - so ótrúligt tað enn kann ljóða - verið millum tey fremstu, og hevur haraftrat vunnið fleiri kappingar.
- OK, so kann eg kanska reypa eitt sindur aftrat: Sum smádreingir gingu vit ofta niðri á sandinum og fjøruni, og lógu framvið eftir skarvum.
- Eg minnist serliga tann eina dagin, tá ein skarvur stóð á einum skeri, og eg tók luftbyrsuna fram, sum bara hevði eitt skot í. Eg siktaði og skjeyt, og skarvurin lá eftir á, tí eg rakti hann í høgra eyga, hóast byrsan ikki hevði kikarasikti.
- Nei, tað er so púra vist, at eg havi so einki mist, sigur Atli.

Rósa skúlanum
Eins og javnaldrar hansara fór Atli í vanligan bygdarskúla í Árnafirði.
- Foreldur míni halda, at eg var høgrahandaður, men tað vita vit so einki fast um.
- Men eg havi so lært meg at skriva við vinstru hond. Tað er heldur eingin trupulleiki í dag.
Eftir loknan barnaskúla í Árnafirði fór hann í framhaldsdeildina í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Hetta gekk eisini upp á stás.
- Ja, eg má bara rósa skúlanum, tí tey dugdu ótrúliga væl at taka ímóti einum drongi við breki. Eg veit sjálvandi ikki, um tey høvdu fyrireikað næmingar og lærarar uppá hetta, men eg merkti so ongatíð til nakra happing.
- Hinvegin havi eg sæð at nógv onnur børn vórðu happað. Og tað harmar meg í øllum førum, at onnur vera viðfarin soleiðis, slær hann fast.

Frystari við einari hond
Aftaná at framhaldsdeildin var lokin, ætlaði Atli sær at taka FHS-útbúgvingina hjá Handilsskúlanum. Hetta fyrsta árið slapp hann tó ikki inn.
- Eg fekk tó at vita, at av tí at eg hevði eitt likamligt brek, kundi eg farið gjøgnum aðrar kanalir fyri at sleppa inn. Men tað gjørdi eg ikki, ella rættari sagt: Tað vildi eg ikki gera.
- Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan. Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda møguleikan, sigur Atli, sum ongan hug hevði at sita fyri einki.
Eftir at hava ansað eftir seyði tað næsta árið, fekk hann í august mánaði 1989 arbeiðsboð úr flakavirkinum í Árnafirði. Teimum tørvaði ein sonevndan frystara. Og her var hann tey næstu mongu árini í frystarí’inum.
- Hetta var eitt gott arbeiðspláss - heimsins besta, kanska - við góðari leiðslu og fantastiskum arbeiðsfólkum. Men eg metti tó ikki, at hetta arbeiðið var tað sum eg skuldi takast við restina av lívinum, hóast eg orkaði tað øgiliga væl, greiðir Atli frá.

Gynækolog
Arbeiðið í frystarí’inum var rættiliga strævið, tí meginparturin gekk við handamegi. Hann noyddist tí at fáa ein serligan handska seymaðan til høgru hondliðina, tí annars var vandi fyri at hon kundi fáa skaða av kuldanum.
- Eg kom so til ta niðurstøðu, at um tað bleiv við uppá henda mátan, so fór eg at slíta vinstra arm óneyðuga nógv. Eg mátti jú eisini hugsa um framtíðina hjá mær, sigur hann.
Tíðin var búgvin til at fara heilt aðra leið, og í 1996 byrjaði Atli fyri seg sjálvan við egnari fyritøku, sum fevndi vítt til bæði at fevna um matstovu, sólmiðstøð, tónleikabúð, grillbarrir, bílútleigu, sølu av fiski, automatir og mangt mangt annað.
Og í 2004 var hann fyrstu ferð valdur inn í Klaksvíkar kommunu.
Tað er helst so sum Atli brosandi tekur til:
- Eg havi roynt so nógv í mínum lívi, at tað er næstan bara gynækolog sum eg ikki havi roynt.



Hugsa alternativt
Tá ein ber slíkt likamligt brek sum Atli S. Justinussen ger, kundi tað í stóran mun verið merkt av avmarkingum og vánaligari lívsgóðsku.
- Eg má tó siga, at eg havi ikki merkt nakað til tað. Eg havi ongatíð verið happaður og havi ikki havt psykiskar niðurtúrar, bara tí at eg havi mist ta einu hondina, slær Atli fast.
So løgið tað ljóðar, eru tað eisini ávísir fyrimunir við bert at hava ein vinstruhond at líta á: Man verður meiri alternativur.
- Eg haldi faktiskt, at fólk sum bera brek, tey hugsa meiri í dýpdini um tað sum man kann gera við einari hond, í mun til tey sum hava báðar hendurnar tøkar.
Eitt dømi um hetta var ein dagin herfyri, tá Atli skuldi seta trampolinina hjá børnunum upp, saman við nøkrum vinmonnum. Teir rendu seg brádliga í trupulleikan at spenna fjaðrarnar fastar, tí krókurin til tað var burtur.
- Annar teirra helt tá fyri, at eg var handasterkur og vigaði so mikið nógv, at eg saktans kundi toga fjaðrarnar uppá pláss. Eg fann so eina tong, og segði við teir, at hetta er ein av fyrimununum at bera brek: Vit duga at hugsa alternativt, og at man tí kann koma við haldgóðum loysnum, segði Atli flennandi við teir.



Avbjóðing - ikki forðing
Tað er sjálvandi eisini vansar við bert at hava vinstru hond at líta á. Men, sum Atli endurtekur ferð eftir ferð: - Í mínari verð finst orðið “forðing” ikki. Hjá mær er alt avbjóðingar, og eg vil ikki síggja nakað negativt í tí sum eg havi, bara positivt.
- Eg misti gott nokk mína høgru hond. Tað hendi bara, men heilt erliga, hugsi eg ongantíð um, hvat hevði hent, um eg altso ikki misti hondina og hevði tvær hendur í dag, sigur Atli, sum hevur meiri enn nokk at gera í tí dagliga. - Tað er næstan so, at dagarnir strekkja ikki til.
Umframt býráðssessin situr hann í fýra nevndum í Klaksvíkar Kommunu, er formaður í Havna & Vinnunevndini, formaður í Ferðslunevndini, næstformaður í Sosialunevnd, í Mentanarnevndini, umframt í stýrinum fyri Atlantis, formaður í bygdarfelagnum Báran í Árnafirði, formaður í Árnafjarðar Róðrarfelag, og júst afturvaldur í Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum skipar fyri norðoyastevnuni.
- Lívið hevur lært meg, at tað nyttar einki at hugsa um tað farna, tí eg má fyrihalda meg til tað, sum eg havi. Hetta er sum at koyra í Árnafjarðartunlinum: Um tú bara hyggur í bakspeglið, so rennur tú í veggin. Men hyggur tú frameftir, so nært tú á mál, sigur Atli.
Eitt annað, sum Atli hevur lagt merki til hjá fólki við breki er, at tey hava stóra lívsgleði og lívsmót. Hann plagdi at siga við starvsfelagar sínar á flakavirkinum, at tað er lætt at skera seg av eini rammu, pakningi ella einum knívi.
- Men tá segði eg onkutíð við tey, at sárið hjá teimum, tað fór at grógva aftur. Men høgra hondin hjá mær, hon kemur ongatíð aftur, sigur Atli Justinussen.


Snorri Brend


Sosialurin.fo - Týsdagur 1. juni 2010 - kl. 18:05










Leiga gravimaskinu - ring 75 75 75